Almannaverkið
Tað hjálpir onki, at Tvøroyrar Kommuna vil sleppa undan at betala fyri at hava almannastovu í Suðuroynni.
?Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt eina avtalu og hana halda vit fast við, sigur Sámal Petur í Grund, Landsstýrismaður.
Tað var herfyri, at Tvøroyrar Býráð segði avtaluna um Almannastovuna í Suðuroynni upp.
Tá ið økisskrivstovurnar hjá Almannastovuni vórðu settar á stovn á sinni, var avtalað ímillum Landsstýrið og kommunurnar, at Landsstýrið skuldi betala lønirnar til starvsfólkið og kommunurnar skuldi betala hinar rakstrarútreiðslurnar, eitt nú leigu, streym og varma o.s.fr.
Men hesum vil Tvøroyrar Býráð nú sleppa undan.
Býráðið heldur ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at halda Almannastovu. Harumframt vil býráðið ikki góðtaka, at gjaldið hjá kommununum til Almannastovuna verður drigið av kommunuskattinum, uttan orð ella eið til kommunurnar, soleiðis sum vanlig mannagongd hevur verið.
Og at enda vil býráðið ikki góðtaka, at útreiðslurnar hjá kommununi til Almannastovuna í Suðuroy eru meiri tvífaldaðar seinasta árið, úr 80.000 krónum í 1999, upp í slakar 175.000 krónur í ár, uttan at kommunan hevur fingið nakað at vita um orsøkina, ella er tikin við upp á ráð, hóast tað er hon, sum skal betala.
Kommunan bað í fyrstu syftu um samráðingar við Almanna- og Heilsumálastýrið um eina nýggja avtalu, men tað hoyrdist onki aftur, áðrenn freistin var úti. Tískil segði kommunan avtaluna um Almannastovuna upp.
Fylgja gjølliga við
Tað er onki yvir at dylja, at fleiri kommunur kring landið fylgja gjølliga við, hvørja lagnu hetta málið fær, tí Tvøroyrar kommuna er langt frá tann einasta, sum betalir til Almannastovuna í sínum øki. Tað gera allar aðrar kommunur eisini.
Men sleppur Tvøroyrar Kommuna undan at gjalda til Almannastovuna í Suðuroy, má tað sama vera galdandi fyri allar kommunurnar, so at heldur ongin av hinum skal betala.
Til dømis kann nevnast, at tilsamans betala kommunurnar í Suðuroynni útvið 440.000 krónur fyri at hava almannastovu í oynni og tær tær halda, at hevði hesin peningur heldur ligið í teimum ymsu kommunukassunum, hevði tað gjørt mun, tí hjá nógvum stendur ikki serliga væl til.
Samstundis vísa tær á, at Tórshavnar Býráð betalir ikki fyri at hava Almannastovu í Havn.
Halda fast
Men tað tykist ikki sum um Tvøroyrar Kommuna, sleppur so lætt.
? Tað vóru kommunurnar sjálvar, sum í síni tíð bóðu um at fáa deildir av Almannastovuni kring landið, sigur Sámal Petur í Grund, Landsstýrismaður.
Hann sigur, at tá varð tann avtalan gjørd við kommunurnar, at landskassin betalti lønirnar og tær restina
?Tvøroyrar Kommuna legði enntá so stóran dent á at fáa Almannastovuna í Suðuroy at vera á Tvøroyri, heldur enn aðrastaðni í oynni, at hon vildi betala meiri enn sín part av útreiðslunum.
Sámal Petur í Grund sigur, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevur gjørt av at halda fast um avtaluna, sum er gjørd við kommununa og tað svarið er skrivað og er antin sent kommununi nú, ella verður fyrsta dagin.
Tórshavnar Kommuna betalir ikki fyri Almannastovuna í Havn
Skuldi verið øðrvísi
Annars ásannar Sámal Petur í Grund, at mannagongin kundi verið øðrvísi.
?Framferðin ímóti kommununum kundi verið øðrvísi. Eitt nú áttu vit sjálvsagt at hava boðað Tvøroyrar Kommunu frá, tá ið leigutreiðslurnar hækkaðu og at samskiftið kundi verið betri
Hann ásannar eisini, at niðurstøðan í hesum málið fær stóran týdning fyri aðrar kommunur, tí allar kommunur mugu viðgerast líka.
Men hann vísir á, at tað vóru kommunurnar sjálvar, sum vildu hava Almannastovuna at gera deildir kring landið og at tær sjálvar vóru sinnaðar at gjalda fyri tað. Tí varð avtalað gjørd um at býta rakstrarútreiðslurnar ímillum landið og kommunurnar.
Og hesa avtaluna ætlar Landsstýrið at halda fast um og tað hevur Almanna- og Heilsumálastýrið boðað Tvøroyrar Kommunu frá.
Annars ivast Landsstýrismaðurin ikki í, at hesin tvídrátturin ímillum Tvøroyrar Kommunu og Almanna- og Heilsumálastýrið verður loystur við samskifti ímillum partarnar.