Tvær falskar fráboðanir um eld

Boðað varð frá eldi, men í báðum førum var talan um tekniskt brek


Bæði í gjárkvøldið og í morgun, fóru bilar frá sløkkiliðnum í Havn at ýla.

Í gjárkvøldið fór sjálvirkandi eldávaringin í einum ídnaðarvirki frá, men ávaringin varð skjótt avblást, tí tað vísti seg at vera eitt tekniskt brek og talan var ikki um eld.

 

Aftur í morgun fór sjálvvirkandi eldávaringin á brandstøðini frá og hesa ferð varð boðað frá eldi í einum handli.

Men heldur ikki í morgun var talan um eld, men um eitt tekniskt brek, so eisini tann ávaringin varð skjótt avblást.  

Tað hendir seg at teknisk brek elva til, at sjálvvirkandi eldávaringarnar fara frá, men tað er einki annað hjá sløkkiliðnum at gera enn at taka tað sum at tað er álvari ...