Tvær kvinnur tóku sæti sum varafólk

Tá býráðsfundur var í Havn seinnapartin tóku tvær kvinnur sæti sum varafólk fyri býráðslimir, sum ikki fingu møtt á fundi í dag.

Birita Baldvinsdóttir tók sæti fyri Kára Johansen úr Javnaðarflokkinum. Hon var nummar sjey á listanum hjá Javnaðarflokkinum við 165 atkvøðum.

Eisini Súsanna Olsen úr Framsókn møtti sum varafólk. Hon møtti fyri einasta býráðslimin hjá Framsókn, Ruth Vang, sum hevði biðið um farloyvi.

Súsanna Olsen var nummar tvey á listanum hjá Framsókn til seinasta býráðsval við 171 atkvøðum.

Soleiðis er Tórshavnar býráð mannað:

Nr. Listi    Navn    Atkvøður

1    C        Heðin Mortensen    2284

2    C       Tróndur Sigurðsson    882

3    A       Annika Olsen    586

4    E       Elsa Berg    520

5    C       Kristianna Winther Poulsen    440

6    B       Annfinn Brekkstein    394

7    E      Jákup Dam    376

8    C      Kári Johansen    268

9    C      Súna Mørk    258

10    E     Gunvør Balle    249

11    F      Ruth Vang    246

12    C     Bjørg Dam    202

13    A     Birgir Nielsen    192