Petur Jacobsen
?????????????????????
Var tað nú rætt at siga sjónvarpsstjóranum Mikkjal Helmstal upp?
Er Jógvan Jespersen tann rætti til at leiga samanlagda stovnin?
Ein av grundgevingunum fyri at Jógvan Jespersen er best egnaður til starvið er - sambart landstýris-manninum Jógvan á Lakjuni - at hann hevur megna at reka ÚF sum ein fíggjarliga sterkan stovn ímóti Mikkjal Helmstal sum ikki megnaði í sama mun at fáa nakað serligt burtur úr SVF.
Men samanlíkna vit nú konkret hvat ÚF gevur lurtaranum fyri 30 milliónir er myndin ikki so langt frá hvat SVF megnaði at fáa burturúr fyri sínar 30 milliónir.
Skráin hjá ÚF er 105 tímar (100%) um vikuna harav eru umleið 57 tímar tónleikur ella presentatión av tónleiki (54%) , av teimum írestandi 43 tímunum (46%), eru 24 tímar endur-sendingar (22.5 %) 8 tímar eru tíðindi (7,5%) , nú eru bert 16 tímar eftir sum kann kallast egin framleiðsla tað vil siga (16%). og vit vita at stórur partur av hesum kemur frá freelansarum, mest úr Klaksvík.
Taka vit tíðindafólkini, sum framleiða umleið 8 tímar um vikuna frá, eru eini 30 fulltíðarstørv eftir til at framleiða 16 tímar.
Heðin Arge situr á einum stórum parti av sendingunum um kvøldi einar 9 tímar har hann spælir fyri ein stóran part umaftur tað sum var í morgunsendingini hjá Bjarna Mohr og Øssur Egholm, helst er hann teknikari sjálvur so har ger hann arbeiði fyri tvey, eftir er so Elis Poulsen sum leggur løg á, sum fólk hava ynskt, í umleið 5 tímar um vikuna, Jákup Magnussen hevur 1 tíma um dagin í 5 dagar,Armgarð Arge við "Tilverða" í 30 minuttir um vikuna, Ovi Olsen spælir klassiskt, 1 tíma um vikuna. Fleiri onnur nøvn, serliga Mohr, Egholm og Arge ganga aftur við stytri pettum í skránni hjá ÚF.
Eg havi við skránni hjá ÚF, í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 27.sept. til sunnudagin 03. okt. 2004 sum grundarlag, skriva hesa grein og loyvt mær at samanlíkna við tað sum Mikkjal Helmstal segði at SVF kundi bjóða fyri umleið somu pengar, havandi í huga at tað er minst 5 ferðir so kostnaðar-mikið at framleiða sjónvarp má sigast at Jógvan Jespersen og landstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni eru teir einastu sum kunnu verða nøgdir við at fáa 16 tímar umframt 8 tímar av tíðindum um vikuna av útvarpstilfarið fyri meira enn 30 milliónir.
Kelda: Skráðin av heimasíðuni hjá Útvarp Føroya frá 27/09-04 til 03/10-04
Kelda: SVF
Sambart Mikkjal Helmstal framleiðir SVF 448 tímar av sjónvarpstilfarið um árið, býtið er sum omanfyri víst fyri somu pengar (30 mill.) Tað vil siga at ein sjónvarpstími kostar kr. 66.964,30.
Um vit siga at ÚF framleiðir 24 tímar um vikuna í 52 vikur er tað 1248 tímar um árið og við at dividera tað við 30.000,000 (30 mill.) er tímaprísurin kr.24.038.46. Tað má sigast at verða væl goldið. Tað er ein stór mánaðarløn fyri hvønn effektivan senditíma, skal Jógvan Jespersen brúka sama leist til at framleiða sjónvarp skal hetta tal gangast við í minsta lagið 5, tað vil siga at hvør senditími hjá sjónvarpsdeildini hjá nýggja Kringvarp Føroya - sum eg gitið at tað fer at eita - fer at kosta minst kr.120.192,50. So fyri 30 mill. fáa við 249,6 tímar av sjónvarpstilfarið - (ímóti 448 tímun sum nú er) - um árið, tað er 0.94 tímar um dagin, also minni enn ein tími um dagin og tað er ein minking uppá 200 tímar, ein afturgongd uppá 45 %.
Í Dimmalætting 27. august í ár sigur Uni L. Hansen frá útvarpsstjóranum.
Sitat:
Jógvan Jespersen heldur ikki, at føroyingar gjalda ein høgan prís fyri Útvarpið.
Um tú roknar upp á tað, so gjalda fólk fýra krónur um dagin fyri at fáa føroyskt útvarp allan dagin, og tað er ikki nógv, um tú hugsar um, hvat ein sigarett kostar, sigur Jógvan Jespersen. Um vit ganga út frá, at ein pakki av sigarettum kostar 35 krónur, so kostar ein sigarett 1,75 krónur.
Hvat í verðini fær úvarpsstjóran, at koma við slíkari samanlíkning ???. Tað einasta sum eg kann fáa burtur úr hasum er, at pengarnir fara upp í royk í báðum førðum. Sigarettir og útvarp! Ja, skilji tann í skilja kann, eg skilji onki.
Í Føroyum er útvarpsgjaldið1375 kr.
Í Íslandi775 kr.
Í Danmark360 kr.
Í Noreg 0 kr.
Harra Jógvan á Lakjuni landstýrismaður, eg vil staðiliga heita á teg um at koma við einum nýggjum argumentið fyri hví tú heldur at útvarpstjórin, er best egnaður til starvið sum superstjórið tá alt talar fyri tí øvugta, eisini vil eg heita á tykkum løgtingsmenn um at leggja uppskot fyri tingið, at starvið sum stjóri á samanlagda stovninum verður lýst leyst og at hann verður settur við tí treytum sum viðvirka til at ÚF aftur verður óheft av handils og vinnulívinum.
Eg ivist onga løtu í at samanlagdi stovnurin kemur at verða eitt botnleyst hol hjá tí almenna at spíta pengar í, og við tí makt sum stjórin kemur at hava, fer ongin politikari, ella nakar annar at tora at siga honum ímótið. Hann situr á tí mesta av tíðindaflutninginum, á meginpartinum av spølunum, tætt knýttur at handils og vinnulívinum.
Stuðlar kann almenna kringvarpið eisini fáa sær, so í framtíðini kann nógv sigast - ella ikki sigast - um virkir og stovnar sum latað pengar til tað almenna kringvarpið.
Nei, ongin kann tá koma aftur og siga at, pressan er korrupt, tá er ov seint, polittikarar hava sjálvir við lóg skapt karmarnar.
Hyggja vit eitt sindur aftur-eftir er næstan hvørja fer SVF hevur víst á pengamangul til eitt hvørt, - serliga minnist eg bandasavnið - so kemur útvarpstjórin fram í miðlunum og manglar eisini pengar, hann gramdi seg bæði um eitt og annað fyrr í ár um ikki meira pengar fingust til ÚF. Og ímóti allari fornuft fekk hann játtað frá Mentamálaráðnum 100 krónur meira frá hvørjum húski, samstundis sum ÚF hevur 10-15 milliónir á bankabók. Hvussu frekur kann ein almennur leiðari tilláta sær at verða?.
Ferðslutrygd er skert við kr. 90.000,- Musikkskúlin manglar eina hálva millión og ein rúgva av almennum stovnum siga fólki upp vegna sparingar. ÚF er fult í pengum og fær hvørja ferð biði verður um meira. Hvat siga landsgranskoðarnir um at játta verður einum almennum stovni pengar sum eigur umleið 30% av umsetninginum á bankabók? Er tá ikki nóg nógv kravt, ella eru tit eisini bangnir fyri at siga tað sum sigast skal? Tað hevði verði gott um tykkara viðmerkingar komu fram.
Hevur tað almenna endiliga brúk fyri at spæla um pengar so eiga tit heldur at seta á stovn eitt alment V4 ella Gekk sum saktans kann sendast í almennu miðlunum, men onnur skulu taka sær av tí, óheft av kringvarpsleiðsluni og tað almenna skal ráða fyri hvar pengarnir skulu játtast, - helst til at bøta um korini hjá teimum veikaru í samfelagnum -, tá hevði tann parturin av ávirkanini á tíðindaflutningin uttanífrá verði komin uppá pláss.
Mítt uppskot er at vit venda aftur til tíðina tá Niels Juel Arge sáli var útvarpsstjórið. Ongar handils-lýsingar, júst fyri at ÚF kundi verða so óheft frá handils og vinnulívinum sum ein slíkur stovnur hevur fyri neyðini at verða um álitið á tíðindaflutningin skal verða gott. ÚF hevur gott ráð at verða teir pengarnar fyri uttan, klárar verðandi stjóri tað ikki er bert at fáa ein annan sum klárar tað.
So góðu polittikarar tit hava átiki tykkum eina ábyrgd sum ongin annar í nýggjari tíð hevur sæð makan til, ansa væl eftir at tit ikki skjóta tykkum sjálvi í beinini, eitt vælskeið er stutt, men vit skulu øll - eisini tit - frameftir liva í einum góðum, demukratiskum landið við so óheftari pressu sum gjørligt, tað hava tit møguleika at viðvirka til nú.
í Søldafirði: 13. oktober 2004