Tveir amerikanarar játta at hava hjálpt Nissan-stjóra at flýggja

Fyrrverandi amerikanskur hermaður játtar saman við soninum at hava hjálpt Carlos Ghosn við sjónskari flýggjan

Carlos Ghosn er brasilsktføddur franskmaður við libanesiskum rótum, stóð á odda fyri bilaframleiðaranum Nissan í 20 ár. Hann er ákærdur fyri umfatandi skattasvik í Japan. - Foto: Hussein Malla/Ritzau Scanpix

Tveir amerikanskir ríkisborgarar, Michael Taylor og Peter Taylor, sum eru feðgar, hava í Tokyo játtað, at teir hjálptu fyrrtverandi Nissan-stjóranum Carlos Ghosn við at flýggja úr Japan til Libanon.

 

Teir báðir amerikanararnir vórðu handtiknir í Massachusetts í USA í mai í 2020.

 

Carlos Ghosn er brasilsktføddur franskmaður við libanesiskum rótum, sum stóð á odda fyri bilaframleiðarnum Nissan í 20 ár. Hann er ákærdur fyri umfatandi skattasvik í Japan og var latin leysur móti veð.

 

Hann sást brádliga í Libanon nýggjarsaftan í 2019, meðan japanskir myndugleikar fyrireikaðu eitt rættarmál ímóti honum.

 

Michael Taylor, sum er fyrrverandi hermaður í amerikonsku serdeildunum, hjálpti saman við syni sínum Ghosn til at flýggja í einum kassa umborð á einum privatum flogfari síðst í 2019.

 

Teir báðir menninir svaraðu »nei«, tá ein dómari í Tokyo í dag spurdi teir, um tað var nakað at rætta í ákærunum ímóti teimum.

 

Tað var fyrstu ferð, at teir vóru í rættinum, eftir at teir vóru lætnir Japan í mars.

 

Teir báðir amerikanararnir sita nú í fongsli í tí fongslinum, har Ghosn sat. Teir kunnu fáa trý ára fongsul.

 

Ákærumyndugleikin sigur, at teir báðir amerikanararnir fingu 1,3 milliónir dollarar (átta milliónir krónur) fyri hjálp teirra til Ghosn.

 

Michael Taylor, sum er 60 ár, og tann 28 ára gamli Peter Taylor, royndu í einum rættarmáli í USA at forða fyri, at teir vóru lætnir Japan. Teir søgu, at teir ikki kundu rættarfylgjast fyri at hjálpa einum persónir, sum var frælsur ímóti veð. Teir søgdu, at teir í Japan kundu vænta sær óendaligar avhoyringar og píning.

 

Í Japan verða mistonkt ofta avhoyrd, uttan at advokatur teirra er til staðar, og tað verður ofta noktað temum at sleppa leys ímóti veð.

 

Sambært fleiri miðlafrásøgnum varð Ghosn smuglaður út úr Japan í einum kassa, sum annaðhvørt var til billutir ella tónleikaútgerð.

 

Fýddi toppstjóin hevði í tíggju ár stjórnað bilarisanum Nissan, áðrenn hann varð handtikin í november í 2018 og ákærdur fyri umfatandi skattasvik.

 

Ghosn verður eisini kannaður í Frankaríki fyri fíggjarligan kriminalitet.

 

Peter Taylor segði við ein dómstól í Massachusetts í januar, at hann hitti Ghosn í Japan íi 2019, tá hann ynskti, at Ghosn skuldi brúka PR-felag hansara at bøta um umdømi sítt.

 

Ein triði persónur, George-Antoine Zayek, sum eisini er mistonktur fyri at hava hjálpt til við flýggjanini, er enn leysur.

 

Ghosn hevur sagt, at hann flýddi úr Japan, tí hann ikki trúði uppá, at hann fór at fáa eina rættvísa rættarviðgerð.

 

Áðrenn hann varð handtikin, var Ghosn ein stjørna í bilídnaðin. Hann bjargaði Nissan frá húsagangi, eftir at hann varð settur í starvið av fronsku eigarunum í Renault í 1999.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

Carlos Ghosn er brasilsktføddur franskmaður við libanesiskum rótum, stóð á odda fyri bilaframleiðaranum Nissan í 20 ár. Hann er ákærdur fyri umfatandi skattasvik í Japan. - Foto: Hussein Malla/Ritzau Scanpix