Tveir bátar til Sundalagið

Sunda róðrafelag fær nú nýggjan Sjóriddara og nýggjan Hvassa.
Tað er Sámal Hansen, bátasmiður, sum smíðar báðar bátarnar, og við heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo, staðfestir formaðurin í Sunda Róðrarfelag, Katrin Petersen, at tey eru sera spent til nýggju bátnir koma.
Katrin sigur, at tey í løtuni hava gentumanning til Hvassa og dreingjamanning til Sjóriddaran, og tí verður felagið undir øllum umstøðum við í tveimum róðrarbólkum afturat í ár. Í fjør tók felagið bara lut í alvaróðrinum.