Tveir bilførarar mistu koyrikortið í gjár

Teir koyrdu 144 km/t og 150 km/t

Tveir bilførarar mistu koyrikortið í gjárkvøldið, tí teir koyrdu alt ov skjótt. Ein annar bilførari fekk klipp í koyrikortið og bót.

Allir tríggir bilførararnir vórðu tiknir Millum Fjarða í tíðarskeiðnum frá midnátt til klokkan 02. Løgreglan var har og gjørdi ferðmátingar og máldi ferð við lasarum, upplýsir vakthavandi.

Teir báðir bilførararnir, ið mistu koyrikortið, koyrdu ávikavist 144 km/t og 150 km/t. Umframt at missa koyrikortið, fingu teir eina bót. Hin triði bilførarin koyrdi 105 km/t, og hann fær klipp í koyrikortið og bót.

Tað hevur annars verið friðarligt í gjár og í nátt, sigur vakthavandi.