Í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Saltangará og báðir bilførararnir eru nú á veg til Havnar á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan sigur, at annar gramdi seg um pínu í nakkanum, men fyrstu metingarnar benda ikki á, at talan er um álvarsligar skaðar, bilførararnir hava fingið.
Løgreglan sigur, at óhappið hendi, tá ið ein bilur rendi á hin bilin, aftanífrá. Báðir bilarnir koyrdu sama veg, táið aftari bilurin rendi upp í reyvina á tí fremra bilinum, sigur løgreglan.
|