Tveir bilførarar dugdu sær ikki hógv

Serliga hjá tí eina bilføraranum verður tað ein dýr søga

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar Millum Fjarða. Tað kom illa við hjá tveimum bilførarum, og serliga hjá tí eina verður hetta ein dýr søga. Ein persónbilur koyrdi ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman og sosatt fær bilførarin klipp í koyrikortið.

 

Men verri var hjá føraranum á einum lastbili. Teir hava loyvi at koyra 70, men í gjár varð ein lastbilur steðgaður, tí bilførarin koyrdi 96 kilometrar um tíman.

 

Lastbilar hava loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman, men hesin koyrdi 96 og sostatt missur hann koyrikortið treytað. Tað merkiur, at hann má taka koyrikortið umaftur, annars missur hann tað heilt. Báðir bilførararnir fáa eisini bót.

 

Annars varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at herverk hevði verið við felagshúsið hjá O7 Vestur í Sørvági og har var ymiskt brotið.