Soleiðis hevur løgreglan eisini havt málrættað átak norðuri á Streymoynni, har bilførarar á vegunum kring Kollafjørð, Kvívík, Leynar og Vestmanna vórðu kannaðir fyri møguliga rúsdrekkakoyring.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at nógvir bilar vórðu steðgaðir á ymiskum vegastrekkjum um hesar leiðir. Í tí eina førinum høvdu tey ein bilførara, har illgruni var um rúsdrekkakoyring.
- Blóðroynd er tikin, og bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.
Løgreglan hevði eisini málrættað átak í norðurøkinum, sum fevnir um Eysturoy og Norðoyggjar. Her varð eisini ein bilførari steðgaður, sum verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
- Viðkomandi kundi heldur ikki vísa galdandi koyrikort.
Vaktleiðarin sigur, at í hesum førinum var talan um útlending, og tí kundu tey ikki sláa upp og síggja, um viðkomandi yvirhøvur hevur koyrikort.
- Hesin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri ikki at hava havt koyrikort uppi á sær, legði vaktleiðarin aftrat á telefonfundinum í morgun.