Tveir brøður lótu lív

Serfrøðingar hava enn ikki staðfest ørsøkina til ta syndarligu vanlukkuna, sum hendi sunnunáttina, tá eldur kom í eini hús á Gripsvegnum í Havn. Tveir brøður, sum vóru 6 og 8 ára gamlir, komu ongantíð út úr húsunum og lótu lív í logunum

Tað, sum skuldi vera ein góð summarfrítíð í Føroyum, endaði í sorgarleiki. Teir báðir dreingirnir, sum lótu lív, vóru júst komnir heim til Føroya tveir dagar frammanundan vanlukkuni. Teir búðu í Odense og vóru komnir til Føroya við systrini at vitja pápa sín í Føroyum.
Politiið fekk fráboðan um eldsbrunan klokkan 04.04, men húsini brunnu í grund, áðrenn eldurin varð bastur.
Tað eydnaðist pápanum at dreingjunum og eini 16 ára gamlari dóttrini at bjarga sær út úr húsunum við at leypa frá einum hálvtaki í loftshæddini. Dóttirin fekk smávegis mein í ryggin av hesum, meðan pápin slapp óskalaður.
Pápin vakti síðani eitt par, sum búði í kjallaranum. Kvinnan, ið er 32 ára gomul, og maðurin, sum er 40 ára gamal, sluppu sær út við 11 ára gomlu dóttrini. Eigarin av húsunum, sum er bróðir pápan at dreingjunum, slapp eisini óskaddur úr húsunum.

Serfrøðingar úr Danmark
Løgreglan í Havn hevur boðsent serfrøðingum innan eldsbrunar úr Danmark. Hesir kanna í løtuni húsini og orsøkin til eldin.
Løgreglan er eisini farið undir avhoyringar av eygnavitnum, sum kanska kunnu vera við til at staðfesta orsøkina.