Tveir danskir hermenn falnir í Afghanistan

Tveir danskir hermenn fullu í bardaga við Taliban har suðuri í Afghanistan í gjárkvøldið Hermenninir vóru ávikavist 22 og 24 ára gamlir, og teirra avvarandi hava fingið boð, sigur herleiðslan í morgun.

Ein triði hermaður varð særdur í annað beinið og annan armin, men hann er ikki í lívsvanda.

Bardagarnir millum teir donsku hermenninar og Taliban byrjaðu um sekstíðina í gjárkvøldið og vardu einar tveir tímar, sigur danska herleiðslan.