Tveir djúpvatnstrolarar landa helst í vikuni

Væntandi landa tveir av teimum smáu trolbátunum í dag, og nakrir landa helst seinni í vikuni.

 

 

 

Í løtuni eru fimm partrolarar til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hjáveiði. Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý partrolarapør framvegis eru til fiskiskap eftir gulllaksi. Skipini plaga at royna eina tíð aftrat, áðrenn farið verður aftur á upsaveiði.

 

- Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Báðir fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Væntandi koma báðir djúpvatnstrolararnir inn at landa miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni.

 

Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og tríggir eru norðanfyri. Teir, sum eru á landleiðini, fáa mest av flatfiski og so nakað av toski. Hinir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski.

 

- Vit rokna við, at tveir trolbátar koma inn at landa í dag, og hinir koma seinni í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt skip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap.