Gullrok
Frøin var sjálvandi stór á tvørámonnuml, tá teir leygardagin høvdu tryggjað sær uppflyting til bestu føroysku fótbóltsdeildina.
Hjá tveimum teirra mundi dagurin tó kennast eitt sindur serligari enn hjá liðfeløgunum, tí fyrio teirra viðkomandi kann væl vera, at hetta var eitt av tveimum gullmerkm hetta árið.
Rasmus Nolsøe, sum er sonur Ásmund Nolsøe, hevur í ár eisini spælt við dreingjaliðnum hjá VB, sum fyri fyrstu ferð í 43 ár vann FM-heitið.
Bárður Dimon, sum er abbasonur Mervyn Dimon, hevði mánakvøldið møguleika at tryggja sær sítt næsta gullmerki á árinum. Bárður hevur í ár verið á unglingaliðnum hjá HB, sum liggur sera væl fyri í FM-stríðnum, og fingu teir eitt stig móti EB/Streymi mánakvøldið, eru teir føroyameistarar.