Tveir dystir á skránni í kvøld

Tveir dystir vera á skránni í kvøld í meistaradeildini hjá kvinnum. Á Giljanesi tekur oddaliðið, Dráttur, ímóti Mjølni, sum liggur aftast í kappingini. Her er Dráttur stórur favorittur at vinna dystin, og um tær gera hetta, so vera tær framhaldandi einsamalt oddalið í bestu kvinnudeildini. Hin dysturin verður í Kollafirði, har KÍF á næstaftasta plássi tekur ímóti ÍF, sum við einum sigri kann fara fram við TB, og leggja seg einsamalt á annað pláss. Gongdin hjá KÍF hevur verið alt annað enn góð seinastu vikurnar, so ÍF má metast at vera favorittur at vinna dystin.