Skírisdag verður av álvara farið undir kappingina um løgmanssteypið. Eftir at tveir dystir hava verið í innleiðandi umfari vera nú 1/8 finalurnar.
Seks dystir vera seinnapartin, og tveir dystir vera klokkan 19.
Annar av hesum verður í Runavík, har heimaliðið sunnukvøldið tapti landskappingardyst ímóti B36 2-0. Í fjør var tað í finalu ímóti NSÍ, at B36 vann kappingina um løgmanssteypið, og nú hittast hesi bæði liðini í fyrsta umfari.
Hin dysturin hóskvøldið verður á Skála, har meistararnir í KÍ vera gestir:
-Eftir vónbrotini, sum tað hevur verið tey bæði síðstu árini, tá ið vit hava tapt í fyrsta umfari, ætla vit okkum at vinna løgmanssteypið í ár, segði KÍ venjarin Mikkjal Thomassen sunnudagin eftir trivaliga 6-1 heimasigurin ímóti AB.
ÍF – B71: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Víkingur – Undrið FF: Dagfinn Forná kl. 15.00
NSÍ – B36: Petur Reinert kl. 19.00
Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00
EB/Streymur – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
HB – FC Suðuroy: Rani A. Skaalum kl. 15.00
AB – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00
TB – FC Hoyvík: Lars Müller kl.
Innleiðandi umfar
2. apríl
FC Hoyvík – MB 8-0 (7-0)
1-0: Ingi Poulsen 2.
2-0: Hugin Ferber 16.
3-0: Niklas Fríði Jacobsen 17.
4-0: Niklas Fríði Jacobsen 24.
5-0: Elias Evensson 26.
6-0: Vensil Djurhuus 36.
7-0: Vensil Djurhuus 38.
8-0: Hugin Ferber 58.
3. apríl
FC Suðuroy – Royn 5-0 (2-0)
1-0: Heri Kjærbo 3.
2-0: Ari K. Poulsen 20.
3-0: Ólavur Ludvig 68.
4-0: Fríði Holm 68.
5-0: Ari K. Poulsen 71.