Tveir ÍF’arar á landsliðnum

Áki Petersen og Høgni Madsen er nýggjur á fótbóltslandsliðnum, sum nú eisini telur Jónas Tór Næs. Andrew av Fløtum hevur mist sín landsliðssess

Fótbóltur

 

Talan var um trý nýggj nøvn, sum Jógvan Martin Olsen hevði á listanum, tá hann í morgun almannakunngjørdi, hvørjar 18 spælarar hann hevur við sær, tá fótbóltslandsliðið tann 4. juni fer til Estlands, har venjingardystur er á skránni.

Fortreytirnar hjá Jógvan Martini vóur, at Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted vóru úti við skaða, meðan Jón Rói Jacobsen er upptikin av lestri, og tí skuldu onkur nýggj nøvn á listan.

Og sambært venjaranum, so var alt annað enn lætt at finna hesi.

- Tað er sjáldan, at eg havi havt so trupult við at seta navn á hópin. Eina mest tí ov nógvir av spælarunum, sum vanliga eru í myndini, ikki hava staðið seg serliga væl. Í so máta vísir tað væl støðuna, at ein spælari sum Øssur er ein av teimum, sum í størstan mun hevur sýnt tær dygdir, sum eg leiti eftir, segði Jógvan Martin Olsen millum annað.

Hartil iðraði hann seg ikki sørt um, at Jón Rói noyddist at geva avboð.

- Eg hevði vónað, at eg nú kundi spæla hann og Fróða Benjaminsen betur saman í verjuni, men tað verður so ikki í hesum dystinum, at eg havi tann møguleikan, kundi hann bara staðfesta.

Av nýggju monnunum var Høgni Madsen helst tann, sum tók størstu yvirskriftirnar. Fuglfirðingurin hevur staðið sterkur í myndini í ár, men hann hevur ongan tíð áður verið nevndur sum seriøsur biðil til eitt pláss á landsliðnum. Har hevur Áki Petersen hinvegin verið havdur á munni onkratíð, eins og Jónas Tór Næs nú í meira enn eitt ár hevur bankað hampuliga hart á dyrnar.

Men samanumtikið ein úttøka, sum í stóran mun eisini er eitt veldugt heraklapp til ÍF og tað avrik, sum teir hava sýnt fyrstu sjey umførini av Formula-deildini.

 

---

 

Fakta

 

Landsliðshópurin

 

Málmenn

Jákup Mikkelsen, KÍ

René Tórgarð, EB/Streymur

 

Verjuspælarar

Fróði Benjaminsen, HB

Jóhan T. Davidsen, NSÍ

Jónas T. Næs, Køge

Einar Hansen, NSÍ

Herbert í Lon Jacobsen, B36

Áki Petersen, ÍF

 

Miðvallarar

Jákup á Borg, HB

Símun Samuelsen, Keflavík

Høgni Madsen, ÍF

Súni Olsen, Viborg

Tem Hansen, Lyngby

Atli Danielsen, Frem

 

Áleyparar

Rógvi Jacobsen, Hødd

Christian Høgni Jacobsen, HB

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Christian Lamhauge Holst, Lyngby