Tveir føroyingar á »liði sameindu tjóða«

Bæði Jens Martin Knudsen og Uni Arge eru lyklaspælarar á Leiftur-liðnum hjá Páll Guðlaugsson

Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Ólavsfirði


Í hesum døgum verður tað alsamt vanligari, at feløg í eitt nú Onglandi styrkja seg við spælarum úr øllum møguligum londum, bæði í Europa, Afrika og aðrastaðni frá.

Hetta er ikki heilt so vanligt í Íslandi - enn - men eitt felag hevur eftirhondini so nógvar útlendingar á liðnum hjá sær, at tað hevur fingið eyknevnið "lið sameindu tjóða", og tað liðið er Leiftur av Ólafsfirði. Umframt íslendingar spæla í løtuni tveir føroyingar, ein dani, ein skoti, ein slovaki og ein nigerianari við Leiftur. Og venjarin Páll Guðlaugsson hevur eitt íslendskt navn, men hevur búð í Føroyum í 19 ár. Teir ellivu, sum byrja í finaluni í morgin, eru: Jens Martin Knudsen (Føroyar) - Peter Ogaba (Nigeria), Andri Marteinsson, Steinn Viðar Gunnarsson, - Kári Steinn Reynisson, Baldur Bragason, Páll Guðmundsson, Paul Kinnaird (Skotland), John Nielsen (Danmark) - Rastislav Lazorik (Slovakia), Uni Arge (Føroyar).

Við øðrum orðum eru seks av teimum ellivu ikki-íslendingar. Tað er kortini loyvt at hava allar hesar við á liðnum ísenn, tí spælarar úr ES-londum verða ikki mettir sum útlendingar í fótbóltshøpi, og tað verða føroyingar heldur ikki.


Nigerianskur landsliðsspælari og skotskur steypavinnari

Peter Ogaba hevur fyrr roynt seg í millum annað spanska felagnum Compostela og var í portugisiskum fótbólti, áðrenn hann kom til Leiftur. Harumframt hevur hann spælt átta A-landsdystir fyri Nigeria og var eisini við í HM-finalu bæði sum U16- og U21-landsliðsspælari (tapti báðu ferðirnar). John Nielsen kom úr enska felagnum Southend, og Paul Kinnaird, sum er ein tann týdningarmesti maðurin á liðnum, hevur eina fortíð í skotska felagnum St. Mirren, sum hann tríggjar ferðir hevur verið skotskur steypavinnari saman við. Umframt føroyingarnir eru tveir av íslendingunum eisini landsliðsspælarar. Teir eru Andri Marteinsson, sum hevur umboðað land sítt 22 ferðir, og Baldur Bragason, sum hevur 5 "landsleikir". Tað hevur verið trupult at fingið allar hesar at spælt saman sum eitt lið, ikki minst tí Leiftur seldi heili átta spælarar til útlendsk feløg í fjør. Sostatt hevur Páll Guðlaugsson verið noyddur at bygt eitt spildurnýtt lið upp, og til tað hevur hann fingið 13 nýggjar spælarar til felagið.


Føroyingarnir

eru lyklaspælarar

Jens Martin Knudsen og Uni Arge, sum Páll jú kennir væl úr Føroyum, eru tveir av lyklaspælarunum saman við skotanum Paul Kinnaird og aftasta manninum Andri Marteinsson.

- Tað var sera trupult í byrjanini, tí allir spælararnir ikki vóru samlaðir. T.d. kom Uni Arge ikki fyrr enn kappingin longu var byrjað, og Baldur Bragason høvdu vit leigað út til eitt grikskt 1. deildarlið fyri veturin, so hann var heldur ikki tøkur frá byrjan, greiðir Páll frá.

- Sum juni gekk, komu spælararnir at kenna hvønnannan eitt sindur betur, og síðani byrjanina av juli mánaði hevur framgongdin verið støðug, og nú eru vit so komnir fram til finaluna í steypakappingini og liggja hampuliga væl fyri í landskappingini eisini, sigur Páll.

Eftir at 14 umfør eru spæld av landskappingini, lá Leiftur á fjórða plássi við 21 stigum. Ovast er ÍBV av Vestmannaoyggjunum við 29 stigum, KR hevur 27 og ÍA 25 stig. Tíggju lið eru í bestu íslendsku deildini, so har eru fýra umfør eftir at spæla.

- Men eg má siga, at tað hevur gingið skjótari enn væntað at fingið spælararnar at virka saman sum eitt lið, sigur Páll, sum vísir á, at liðið í byrjanini av kappingini tapti fleiri dystir, tí teir tá enn vóru ov óskipaðir og ikki kendu hvønn annan nóg væl.

Leiftur-venjarin torir uttan at blunka at siga, at hevði alt liðið verið savnað frá byrjan, høvdu teir verið fremst í kappingini nú. Og tað er eisini málið fyri 1999. Hetta skal gerast við somu spælarum sum í ár - Jens Martin og Uni íroknaðir - umframt eini tveimum øðrum sterkum íslendingum, sum í løtuni spæla niðri á europeiska meginlandinum.


Eitt reint Bábelstorn

Páll Guðlaugsson setir stórt álit á teir báðar føroyingarnar, og hann veit eisini, hvat teirra dygdir eru.

- Fyri Una hevur tað verið eitt sindur trupult, tí hann og hin áleyparin eru nøkulunda sama slag av fótbóltsspælarum. Teir eru báðir rættiliga sjálvsøknir - tá møguleikin lúrir, royna teir sjálvir, hóast tað kanska onkuntíð hevði verið ein betri loysn at spælt hin. Eg ivist ikki í, at Uni hevði verið enn betri fyri Leiftur, hevði hann havt ein makkara, sum ikki var júst tann sama typan sum hann, sigur Páll Guðlaugsson.

- Fyri Jens Martin hevur størsti trupulleikin verið, at spælararnir í verjuni hjá honum eru úr fleiri ymsum londum og tosa ymisk mál. Serliga í byrjanini gekk tað striltið, eisini tí Jens Martin sjálvur tosaði sítt egna mál. Men tað er eisini so gott sum komið upp á pláss nú, sigur Páll.


Stórur áhugi

Føroyingarnir eru sera væl umtóktir á Ólafsfirði, og serliga nú steypafinalan stendur fyri framman, snýr tosið í bygdini seg so at siga bert um fótbólt.

Spælararnir hitta javnan fólk á gøtuni, sum vilja práta um finaluna, sum stendur fyri durum, og áhugin er øgiligur.

- Vit fáa ein ótrúligan stuðul frá bygdarfólkinum, og ætlanin er nú eisini at stovna eitt stuðulsfelag fyri Leiftur, sigur Páll Guðlaugsson.