Dansih Music Awards verður 14. november, og fyri løtu síðani vórðu tey kunngjørd, sum eru í uppskoti. Tveir føroyingar eru millum tey tilnevndu. Bólkurin Valravn við Annu Katrin Egilstrøð í front er í uppskotið til at vinna heiðurin fyri ársins bestu donsku folk útgávu.
Eisini Dánjal á Neystabø er í uppskoti til at vinna eina heiðursløn á DMA. Hann er í uppskoti til ársins danska world útgávu, við fløguni The Palace.
í ár hava fólkini handan Danish Music Awards skipað kappingina soleiðis, at heiðurslønirnar fyri bæði rock og pop,- umframt jazz, folk og world verða lætnar sama kvøld á einum strósligdnum tiltaki.