Línuskipið Ågot í Klaksvík hevur loyst og hevur sett kós yvir á Flemish Kap, har teir fara at fiska av felagskvotu, sum føroysk línuskip hava har yviri.
Hóast teir loystu í endanum av jólunum, hava teir jólapakkar við, sum Føroyska Sjómansmissiónin hevur borið teimum umborð.
Sum skilst, fær manningin pakkarnar nýggjársaftan. Tað er langur vegur úr Føroyum og yvir á Flemish Kap og alt eftir veðri, kann roknast við, at ferðin yvir um hav fer at taka eina góða viku ella so.
Ågot hevur annars ligið, síðan teir síðst í november komu heim aftur úr Grønlandi, har teir hava tikið ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum. Skipið hevur eisini verið á sleipistøð, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum situr aftastur miðskeiðis á viðheftu mynd, vitjaði umborð og gav manningini jólapakkar, sum sjómanskvinnuringar hava syrgt fyri.
Skiparin á Ågot, Hjaltur Poulsen, segði seg vóna, at teir fyrst kunnu fiska ein túr, landa í St John í Ný Foundlandi - og siðan kunnu fiska nøkur tons aftrat, áðrenn felagskvotan verður uppi.
- Hvussu fiskiskapurin verður á Flemish Kap í ár, er ógjørligt at siga nakað um. Í ár var gott, tó at hin fyrsti stokkurin hjá okkum - umleið 1000 húkar - einans gav tveir fiskar.
Hjaltur Poulsen sigur, at eftir fyrstu vánaligu løtuna á Flemish Kap í januar í ár, bragdaði veruliga, og tá saman um kom, fiskaðu teir 300 tons í fimm vikur.
16 mans eru við Ågot, sum nú er ávegis yvir um hav og onnur skip, sum um dagarnar - antin eru farin ella fara somu leið - eru línuskipini, Kambur, Klakkur, Eivind og Stapin.
Tveir fiskar á fyrstu 1000 húkunum Tveir fiskar á fyrstu 1000 húkunum
Tað byrjaði ikki væl, tá manningin á Ågot dró fyrstu húkarnar á Flemish Kap fyri lítlum ári síðan, men skjótt bragdaði, og teir fingu nógvan fisk.
info
Vilmund Jacobsen
28. desember 2017 kl. 13:59
Mest lisið hesa vikuna
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
19. oktober kl. 21:59
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
6 tímar síðan
Flogruta steðgað: Hotell í Grønlandi stongt og øll starvsfólk uppsøgd
19. oktober kl. 21:45
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
22. oktober kl. 12:18
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
35 minuttir síðan
Fótbóltur
07 Vestur vann niðara endaspælið
35 minuttir síðan
Tíðindi
110.000 mótmæltu í París
51 minuttir síðan
Hondbóltur
Vendsyssel vann og Aarhus tapti
1 tími síðan
Tíðindi
Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi
2 tímar síðan
Hondbóltur
Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel
2 tímar síðan
Hondbóltur
European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir
3 tímar síðan
Hondbóltur
Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki
3 tímar síðan
Fótbóltur
Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby
3 tímar síðan
Tíðindi
Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður
4 tímar síðan
Fótbóltur
Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir
4 tímar síðan
Tíðindi
Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár
4 tímar síðan