Teir hava mong ymisk áhugamál, millum annað fótbólt. Báðir spæla teir fótbólt við KÍ.
Sum sæst á fótbóltinum sjálvum, er eingin ivi um, hvat teirra favoritt-lið er í ensku fótbóltskappingini: Manchester United.
Henda dagin royndu teir at gera tað sama, sum stóru fyrimyndir teirra í kenda fótbóltfelagnum, altso United: At skjóta uppá mál og raka tað!!
Málið hjá teimum báðum henda dagin hevði tó ikki net aftanfyri, men var ein garasju-hurð. Hvør veit, kanska fara teir einaferð seinni at skjóta uppá málini á Old Trafford.