I gjár vóru talentini í sendingini "Danmark har Talent" skorin niður frá 99 til 24 luttakarar. Við í sendingini vóru tríggir føroyiskir luttakarar, og tveir av teimum eru komnir víðari í sendingini til "Live Show". Hesir eru Dennis Agerblad Band og Sigmund D. Trondheim.
Dennis Agerblad Band er føroyiskur tónleikari og Drag Queen framførari. Hann framførir í sendingini við egnum bólki av mannfólki í konufólkaklæðum. Sigmund D. Trondheim er dansari, og hevur dansað ballett megin partin av lív sínum.
Føroyska sangarinnan Jórunn Gudmunsen kom ikki víðari í sendingini.
Les meir her