B36 hevur í vikuni kunngjørt, at tveir spælarar hava gjørt nýggjan sáttmála. Ein teirra er Benjamin Heinesen, sum seinnu árini hevur vunnið sær fast pláss á besta liðnum. Nýggi sáttmálin er galdandi til árslok 2021.
- Benjamin hevur seinni árini ment seg til ein alt meira týðandi brikk í spælinum hjá okkum, og í dag ivast fáur í, at hann telist millum teir fyrstu ellivu, tá venjarin setir brikkarnar á taktik-talvuna. Bæði mál og upplegg spyrjast ofta burturúr hjá kvika kantspælaranum, og soleiðis verður tey bæði komandi árini, skrivar heimasíðan hjá B36
##med2##
Hin spælarin, ið hevur gjørt nýggjan sáttmála, er 17 ára gamli Andrass Johansen. Hann byraði inni seinast, tá B36 vann 4-1 á AB.
- Tað hevur verið hugaligt at sæð rúkandi menningina, sum Andrass tykist standa í, og tí var tað púrasta náttúrligt, at vit í felagnum ynsktu at leingja sáttmálan við spælaran, sigur Jákup Mørk, formaður í B36.
Sáttmálin hjá honum er somuleiðis galdandi til árslok 2021.