Tað var ein nøgdur landsliðsvenjari, ið vit fingu orðið á eftir seinna dystin móti íslendingum á Hálsi sunnukvøldið. Henrik Gerster helt, at føroysku spælararnir høvdu lært nógv av fyrra dystinum, sum teir megnaðu at rætta í seinna dystinum.
Dystarvenjingin manglar
- Í dystinum á Eiði eri eg sum heild nøgdur við verjuna hjá okkum, meðan vit ikki eru nóg neyvir í álopspartinum. Í dystinum her á Hálsi eru vit nógv betur við, og serliga eri eg væl nøgdur við avrikið hjá mínum monnum í seinna hálvleiki, segði Henrik Gerster.
Føroyski landsliðsvenjarin helt, at tað sást týðuligani, at føroysku spælararnir manglaðu dystarvenjing. Ikki minst sást hetta aftur í neyvleikanum á skotroyndunum, og Henrik Gerster helt eisini, at tað sást aftur á leikferðini, har føroyingarnir høvdu ilt við fylgja við íslendingunum í tempo. Íslendska kappingini endaði fyri góðari viku síðani, og tí eru íslendsku spælararnir í góðari dystarvenjing.
- Eg má eisini viðganga, at íslendska liðið er væl sterkari, enn eg hevði roknað við. Eg kendi nakrar av spælarunum frammanundan, men eg helt ikki, at liðið var so sterkt, sum tað nú einaferð er. Hetta eru alt spælarar, sum hava spælt í íslendsku kappingini, ið júst er endað, og eg havi frætt, at okkurt um níggju av hesum spælarunum eru í ferð við at skriva sáttmálar við útlendsk feløg, greiddi Henrik Gerster frá.
Føroyski landsliðsvenjarin segði, at tá ið talan í veruleikanum var um eitt íslendskt ligalandslið, sum var so sterkt, so má staðfestast, at tann íslendska kappingin er sera sterk.
10 vikuskiftisvenjingar undan Challenge Trophy
Komandi vikuskifti skulu føroysku spælararnir til eina fysiska roynd, og síðani fáa teir eina venjingarskrá, ið teir skulu fylgja miðvíst fyri at gerast betur fyri kropsliga.
Sambært Henrik Gerster verður nú arbeitt víðari fram móti Challenge Trophy kappingini í Írlandi í heyst, sum føroyska manslandsliðið skal taka lut í, og eitt nú er ætlanin, at landsliðshópurin skal savnast til 10 vikuskiftisvenjingar, áðrenn farið verður til Írlands.
Spurdur um ætlanir vóru um nakrar aðrar venjingardystir, segði Henrik Gerster, at tað var tað ikki í verandi løtu, men kanska fór liðið ein túr til Noregs at spæla móti onkrum klubliði har. Annars er ætlanin, at tá ið føroyski hópurin fer til Challenge Trophy í heyst, verður skipað fyri eini venjingarlegu antin í Danmark ella Noreg ávegis til Írlands.