Tveir dystir verða í fremstu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag. Stjørnan fær vitjan av Neistanum, meðan hitt høvðusstaðarliðið er suðri í Vági, har VB tekur ímóti.
Neistin hevur fult stigatal fyri tveir dystir, meðan stjørnan ikki er komin á talvuna enn eftir teprar ósigar fyri VB og Kyndil.
VB hevur fýra stig fyri tríggjar dystir, meðan Kyndil hevur tvey stig fyri sín eina dyst.
Mandslandsliðið er í Luksemburg og tí eru ongir dystir hjá monnunum hetta vikuskiftið. Teir spæla í dag móti Luksemburg.
Hondbóltur
Fremsta deild, kvinnur
Stjørnan Neistin 15:00
VB Kyndil 15:00