Bæði hjá monnum og kvinnum eru dystir á skránni í kvøld. Í Atlantic Airways deildini er Neistin á vitjan í KÍ høllini, meðan tað er granna uppgerð millum Kyndil og Neistan.
Team Klaksvík hevur fingið forboð fyri at spæla sínar dystir í Badminton høllini. Tað lekur úr tekjuni, og umstøðurnar hjá dómarunum eru ikki nøktandi. Tí verður dysturin í kvøld spældur í KÍ høllini.
Neistin vann óvæntað á H71 sunnudagin, meðan Team Klaksvík partvís hevur reist seg síðani lemjandi 42-7 ósigurin fyri KÍF á heimavølli fyri nøkrum vikum síðani.
Neistin er framvegis ósigrað í fremstu deild hjá kvinnum. Í dag eru tær gestir í egnari høll, tá Kyndil tekur ímóti. Kyndil er á øðrum plássi, men langt er upp til Neistan, sum eina løtu var kroyst móti Stjørnuni sunnudagin.
Hondbóltur:
Atlantic Airways deildin:
Team Klaksvík Neistin 18.30
Fremsta deild kvinnur:
Kyndil Neisitin 20.30