Tveir í NSÍ hava vunnið steypið

Á HB liðnum eru tólv spælarar í hópinum í kvøld, sum vóru við at vinna steypakappingina í fjør

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl við Løkina í Runvík í kvøld, tá ið NSÍ og HB fara innanhýsis at gera av, hvat av hesum báðum feløgunum skal vera partur av finaluni um løgmanssteypið, ið er ásett at vera leygardagin klokkan 16.

 

Veðrið hevur argað, so hálvfinalan er útsett. Tað er kuldin og frostið, sum er stóri snávingarsteinurin. Forsøgnin fyri í kvøld sigur, at tað klokkan 18 í kvøld, tá ið Petur Reinert fer at bríksla fyri fyrstu ferð, vera 1,4 hitastig. Høgættarlotið verður sjey metrar um sekundið.

 

Sum myndin vísir, so hevur Runavíkar kommuna í dag ruddað vøllin, og eingin ivi er um, at vøllurin verður grønur klokkan 18, tí tað verður turt.

 

Tað eru fýra ár síðani, at NSÍ vann finaluna um løgmanssteypið. Tað var leygarkvøldið 26. august, at NSÍ vann 1-0 ímóti B36, og Einar Tróndargjógv tíggju minuttir undan steðginum skoraði sigursmálið.

 

Tað eru bara tveir spælarar, sum í kvøld vera á NSÍ listanum, og sum ta ferðina fyri stórum fýra árum síðani vóru á vøllinum. Teir eru Klæmint A. Olsen, sum bæði tá og nú var liðformaður og toppskjútti, og miðvallarin Betuel Hansen. Fyri fýra árum síðani sótu Karstin Hansen og Mórits Heini Mortensen á beinkinum alla tíðina.

 

HB hevur vunnið steypakappingina tvey tey seinastu árini, og tí eru tað fleiri HB spælarar, ið hava royndir í steypafinalum og at vinna steypafinalur. Tá ið HB í fjør vann 2-0 ímóti Víkingi, vóru tíggju av teimum, sum í kvøld vera á HB listanum, á vøllinum, og tveir sótu alla tíðina á beinkinum. Annar av teimum var Tróndur Jensen, sum nú er á NSÍ listanum. Hin var Bartal Wardum.

 

Teir, sum spældu við í finaluni 5. desember 2020, og sum aftur í kvøld eru á listanum, eru Teitur Matras Gestsson, Heðin Hansen, Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Hilmar Leon Jakobsen, Pætur J. Petersen og Mads Bo Mikkelsen, sum skoraði annað málið í finaluni ímóti Víkingi í fjør. Hitt HB málið fyri einum ári síðani var sjálvmál.

 

HB vann sjey tær seinastu ferðirnar í landskappingini, meðan tað í fyrru hálvfinaluni ímóti NSÍ á Tórsvølli endaði 2-2.

 

NSÍ vann fimm teir seinastu landskappingardystirnar. Síðsta tapið var á útivølli ímóti HB, sum vann 4-0.

 

Seinna hálvfinala

 

NSÍ - HB: Petur Reinert kl. 18.00

 

Fyrra hálvfinalan endaði 2-2