Tveir í samgonguni fyri samkyndum

Nú hava tveir politikarar úr samgonguni boðað frá, at teir eru fyri at geva samkyndum mammum rættindi. Ein tingmaður og ein landsstýrismaður

Men tað er framvegis ikki nóg mikið til tess, at málið skal verða samtykt í Løgtinginum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar soleiðis um málið á Facebook í dag:

 

– Sjálvandi skulu samkynd foreldur hava sama rætt sum øll onnur, vit eru í 2021, og ja eg eri trúgvandi, tað er persónligt.

 

– Tað frættist nú úr Trivnaðarnevndini, at samgongan ætlar ikki, at børnini hjá samkyndum foreldrum skulu hava sama rætt sum øll onnur børn í Føroyum. Rættindini eru eitt nú foreldramyndugleiki, rætturin at arva, rætt til barsil og rætt til samveru.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur sum landsstýrismaður ikki atkøvðurætt í Løgtinginum. Spurdu hvat hann ætlar at gera, svarar hann, at hann »ætlar at ávirka málið«.

 

Enn er tað bara Johan Dahl av tingfólkunum hjá samgonguni, sum hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við málinum. Í viðmerking til Kaj Leo Holm Johannesen, sigur hann soleiðis:

 

– Tað frøir meg, at tú meldar út Kaj Leo, eg vóni at okkara flokkur er so mikið at sær komin, at hann stendur upp fyri at viðgera menniskju eins og tryggja børnum hjá samkyndum og samkyndum sini rættindi.

 

Sum skilst hava samgongufólkini skrivað í álitinum frá trivnaðarnevndini, at tey fara ikki at taka undir við málinum.

 

Og einki bendir á, at nakar annar í samgonguni er fyri, at samkynd skulu fáa nøkur rættindi.

 

Hetta málið hevur stóran týdning fyri samgonguna, tí verður tað samtykt, so er eingin samgonga, hevur Miðflokkurin boðað frá. Tí verður hildið, at ein sum til dømis Annika Olsen fer at atkvøða ímóti sannføringini, hon hevði sum borgarstjóri í Havn og fer at verða avgerandi atkvøðan at fella málið. Annika Olsen er varafólk á tingi fyri landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum.

 

Ein annar varamaður, sum hevur drigið á bæði í málinum, er Erhard Joensen í Sambandsflokkinum. Men sum skilst fer hann heldur ikki at atkvøða fyri.

 

Tí er vónin hjá samgonguni, at Kristin Michelsen aftur kemur til hjálpar. Og tað hevur hann áður gjørt við at halda seg burtur av tingfundi. Tá fer at standa á jøvnum 16-16, og so fellir málið.