Hóast Ritt Bjerregaard og Jacob Buksti eru nýggir ráðharrar, so eru tey alt annað enn nýggj í donskum politikki.
Ritt Bjerregaard, sum er nýggjur matvøruráðharri, hevur drúgvar politiskar royndir. Hon hevur eisini fyrr sitið í ráðharrasessi.
Jacob Buksti, fólkatingsmaður, hevur higartil verið politiskur framsøgumaður í danska javnaðarflokkinum, men nú er hann ferðslumálaráðharri.
Hann kemur í staðin fyri Sonju Mikkelsen, sum nú er heilsumálaráðharri. Fyrrverandi heilsumálaráðharrin, Karsten Koch, fekk ongan nýggjan ráðharrasess.
Fyrrverandi matvørumálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, tekur við sum nýggjur sosialmálaráðharri eftir Karen Jespersen. Hon hevur fingið gamla sessin hjá Thorkil Simonsen, ið var innanríkisráðharri.
Thorkil Simonsen hevur tikið seg heilt burtur úr politikki, meðan hin fyrrverandi ráðharrin, Karsten Koch, heldur fram sum fólkatingsmaður.
Ongin av radikalu ráðharrunum vórðu skiftir út, og tað merkir, at nú eru nýggju kvinnur og ellivu menn í fjórðu stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen.