Tveir javnleikir í FTZ-deildini í dag

Bæði í Hoyvík og á Skála deildu liðini í FTZ-deildini stigini í dag. Neistin og VB vunnu sínar dystir í hvonndeildini

Í dag fingu vit eitt gott dømið um hvussu jøvn liðini eru í FTZ-deildini í hondbólti.

 

Bæði á Skála og í Hoyvík gjørdist talan um javnleikir i dag. 

 

Á Skála leiktu StÍF og KÍF javnleik 27-27, men leingi var StÍF á sigurskós. Í steðginum var StÍF greitt á odda 17-11. Pætur Johansen og Allan Norðberg gjørdist toppskjúttar hjá StÍF við seks málum hvør. Sveinur Justinussen skoraði fimm mál. Fyri KÍF gjørdist Magnus Müller toppskjútti við ikki færri enn 11 málum. Ási am skoraði fimm mál.

 

Í Hoyvíkshøllini gjørdist eisini talan um javnleik í grannauppgerðini millum H71 og Neistan. Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Í steðginum vóru neistamenn á odda 16-12. Hilmar Leon Jakobsen gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Vilhelm Poulsen skoraði fimm mál. Toppskjútti hjá Neistanum gjørdist Rasmus Søby við 10 málum. Pætur Mikkjalsson skoraði seks mál.

 

Støðan:

 

FTZ-deildin
1Neistin10 dystir254220+3416 stig
2H7110266248+1815
3VÍF8236227+98
4Kyndil9212211+18
5Team Klaksvík9202225-238
6StÍF9227242-156
7KÍF9227251-243

 

 

Í hvonndeildini vunnu neistakvinnur ein tepran 20-19 sigur á H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 10-9. Eir Berg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Marjun F. Danberg skoraði fimm mál. Maria H. Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Eva Barba Arge og Sunnuva Vatnsdal skutu trý mál í part.

 

Í høllini á Skála vann VB 31-16 stórsigur á StÍF. Longu í steðginum var VB á odda 19-7, og tá var klokkan sligin. Bára K. Mortensen gjørdist toppskjútti hjá VB við seks málum. Gurið K. Augustinussen, Mathilde M. Pedersen og Barbara K. Hjelm skutu fimm mál hvør. Rebekka Poulsen og Vár Poulsen gjørdust toppskjúttar hjá StÍF við trimum málum í part. 

 

Støðan:

 

hvonndeildin
1VB10 dystir270203+6716 stig
2VÍF8246175+7115
3Kyndil9235177+5814
4Neistin10235219+1611
5H7110217250-336
6Stjørnan9192227-354
7StÍF10135279-1440