Tveir klaksvíkingar aftrat á Skála

B36 vann í kvøld 3-1 á heimavølli í VFF kappingini

Síðsti dysturin í hesum umfarinum í VFF kappingini var í kvøld í Gundadali. B36 hevði vitjan av Skála, sum er á veg til hús við 3-1 tapi.

B36 skoraði øll trý málini í fyrra hálvleiki. Málskjúttar vóru Sebastian Pingel í 11. minutti, Bjarni Petersen í 20. minutti og Andreas Thomsen, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Skála pyntaði um í síðsta álopinum í dystinum. Andreas Egeberg Jacobsen skoraði.

Á Skála liðnum vóru Niels Pauli Danielsen og Ronni Møller-Iversen teir einastu, sum í fjør oftast vóru millum teir fyrstu ellivu. Fyri stuttum er Heðin Klakstein farin at venja aftur á Skála. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.

Umframt Heðin Klakstein varð ein klaksvíkingur aftrat skiftur inn á Skála liðið í seinna hálvleiki. Tað var Jóhan Waag Høgnesen. 21 ára gamli miðvallarin hevur bara umboðað KÍ í føroyskum fótbólti. Í fjør var hann 24 ferðir á liðnum, sum vann næstbestu deildina.

Næstan helvtin av Skála liðnum var í seinna hálvleiki klaksvíkingar – Niels Pauli B. Danielsen, Aksel B. Danielsen, Heðin Klakstein, Jóhan Waag Høgnesen og so býr Ronni Møller-Iversen í Klaksvík.

Mathias Lamhauge vardi B36 málið, og Andreas Thomsen og Sebastian Pingel vóru teir einastu millum teir fyrstu ellivu, sum ikki vóru fastir menn á liðnum í fjør.