GÍ-KÍ
Uppgerðin hjá gøtumonnum ímóti KÍ kann fara at vísa seg at vera ein dýr søga. Eitt var, at liðformaðurin, Poul Ennigarð, sá gult og tískil verður leikbannaður næsta sunnudag á Eiði. Harafturat noyddust bæði Áslakur R. Petersen og Krzystof Popczynski av vøllinum, tí teir høvdu fingið løst í knæið. Hvussu meinur løstirnir vóru, dugdu teir í Gøtu ikki at siga í gjár, men teir ivast í, um Popczynski verður førur fyri at spæla sunnudagin.
Eftir níggju stig í trimum royndum eftir summarsteðgin steðgaði KÍ tykkum. Hvussu bar tað til, spyrja vit Paula Jarnskor, sum er hjálparvenjari:
- Tað sást væl, at klaksvíkingarnir høvdu eyka viljan, sum skal til fyri at vinna. Teir vóru oftari fyrr á bóltinum, enn okkara vóru, og teir høvdu yvirtakið á miðvøllinum.
Kvíga tit fyri, at gongdin nú fer at verða, sum hon var undan summarsteðginum, tá ið tit eftir fyrsta stigamissin høvdu ilt við at fáa úrtøku?
- Avgjørt ikki. Tapið smakkaði illa í umklæðingarrúminum eftir dystarlok. Spælararnir eru ógvuliga væl fyri, og teir fara at reisa seg. Miðalaldurin er 22 ár, og tað man vera eitt tað lægsta. Liðið styrknar støðugt, og hesa ferð var tað serliga hugaligt at síggja miðverjan Kaj Ennigarð, sum er yngsti maður á liðnum, og sum hesa ferð kanska var besti maðurin hjá okkum. GÍ fer heilt víst at vera við til at seta dagsskránna restina av hesum kappingarárinum, og vit eiga góða framtíð, metir Pauli Jarnskor.