Landskappingin hevur rundað fyrsta triðingin, og fýra lið liggja jøvn við 13 stigum fyri teir fyrstu seks dystirnar.
Tvey av hesum hittast í Gundadali, tá B36 fær vitjan av GÍ.
B36 er ovast við betri málmuni enn hini trý, men teir verða kanska skerdir í álopinum í morgin.
Jákup á Borg beklaði undir venjing hóskvøldið, og tað er ivasamt, um hann spælir í morgin. Jákup hevur verið við landsliðnum seinastu vikuna, og sjálvur heldur hann, at tað kanska var umskiftið frá grasi til graslíki, sum elvdi til skaðan.
Jens Kristian Hansen var eisini við landsliðnum, tó uttan at spæla. Vit hava fleiri ferðir skrivað, at hann hevur havt trupulleikar við stórutánni, sum fór úr lið móti HB fyri tveimum vikum síðani. Men ein størri trupulleiki er eitt brákað rivjabein, og tað er mest tað, sum helt honum uttanfyri á landsliðnum.
Annars eru allir klárir hjá B36, og so er spurningurin, um menn eru móðir eftir tveir strævnar landsdystir. B36 hevði fimm mans við í hópinum hjá Allani Simonsen.
GÍ hevði tveir mans við ? Sámal Joensen og Henning Jarnskor ? og av hesum báðum var tað serliga tann fyrr nevndi, sum vit sóu mest til.
Men eftir hvat frættist úr Gøtu, hava teir ikki lagt minni fyri enn hinir undir venjingini upp til dystin í morgin.
Einasti ivasami hjá GÍ er Alexander (Sasha) Radosavljevic, sum hevur spælt lítið í ár. Hann er framvegis plágaður av vøddaskaða í lærinum, og kanska verður hann spardur í morgin. Hann er fyrr byrjaður ov tíðliga eftir henda skaðan, og gøtumenn aftra seg við at gera sama mistak eina ferð afturat.
Sambært hagtølunum kann tað fara báðar vegir í morgin. GÍ hevur meira enn eina ferð koppað B36 í Gundadali, men ikki tey seinastu trý árini. Í fjør restaði kortini lítið í. Tá endaði tað javnt 1-1.