Í gjár var farið undir nýggja tingsetu, og sum siður er, varð skrúðgonga við leiðandi politikarum, embætisfólki og prestum.
Í fínum ólavsøkuveðri fór skrúðgongan úr Dómkirkjuni og niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavur Hátún stjórnaði kórsanginum. Tá ið tingið varð sett, heitti løgmaður á samgonguna og andstøðuna um at samstarva fyri at røkka neyðugum málum.
Bert ein av trimum landsstýrismonnunum hjá Javnaðarflokkinum luttóku í skrúðgonguni. Helena Dam á Neystabø gekk aftaná Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgeni Niclasen í skrúðgonguni. Hinir báðir landsstýrismenninir vóru ikki við, og undir tingfundinum vóru stólarnir hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og hjá Akseli Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, tómir.
Aksel Johannesen hevði givið avboð, tí hann var sjúkur.
Jóannes Eidesgaard var ikki við í skrúðgonguni fyri einum ári síðani, og tá ið tingið varð sett ólavsøkudag í fjør. Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er í summarfrí henda mánaðin.
Tveir tingmenn høvdu í skrivi til tingformannin biðið um, at næsti maður á listanum møtti fyri teir. Fyri Bill Justinussen møtti Vinjard Johansen. Tordur J. Niclasen, sum er fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum, hevði boðað frá, at tað ikki bar honum til at møta.
Jaspur Vang úr Sambandsflokkinum bað um, at næsti maður á listanum møtti fyri hann. Tað var Edva Jacobsen, og eisini hon var við í skrúðgonguni og á tingfundinum.