Ein 17 ára gamal maðurin, sum eitur Muhammed, og ein annar ikki eyðmerktur maður eru í dag bjargaðir á lívi undan húsaleivdum í landspartinum Kahramanmaraş í Turkalandi – 198 tímar eftir skjálvtan 6. februar, sum var upp á 7,8 á richterstiganum, skrivar CNN úr Türk.
Sjónvarpstøðin vísti upptøkur av teimum báðum monnunum á børum, tá teir vórðu bornir til sjúkrabilarnar, sum bíðaðu.
Aðra staðni í Kahramanmaraş royna bjargingarfólk at røkka fram til eina ommu, eina mammu og eina dóttir úr sama húski, sum tey halda vera á lívi eftir vanlukkuna, sum hevur kostað út við 37.000 mannalív í Turkalandi og í Sýria.
Men nógva staðir er leitingin eftir fólki á lívið við at minka so líðandi, tá vónirnar um at finna fleiri fólk á lívi eina viku eftir skjálvtan eru smáar.
Bjargingarfólk úr Póllandi, sum eru serfrøðingar í at finna fólk á lívi og fáa grivið tey leys, hava sagt, at tey fara heim í morgin.
Í sýriska stórbýnum Aleppo sigur neyðhjálparstjórin hjá ST, Martin Griffiths, at bjargingararbeiðið skjótt endar, og at tað í staðin verður miðað eftir at tryggja teimum, sum eru komin frá vanlukkuni á lívi, húsarúmd og skúlagongd.
Í syðra turkiska býnum Antakya, sum er høvuðsstaður í syðra landspartinum Hatay, eru rapaðir bygningar nú við at vera koyrdir burtur.
Fleiri hundrað fólk fara úr býnum um dagin, og tey, sum eru eftir, sova við bál á gøtuhornum og í parkum – ella gista tey í tjøldum ella bilum.
Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, hevur er gingin við til at loyva ST neyðhjálp til krígsrakta landi við at lata upp fleiri marknalið.
Tað eru marknaliðini Bab Al-Salam og Al Ra'ee, sum al-Assad hevur givið loyvi til at lata upp. Tey eru bæði á markinum til Turkalands, og tey verða opin næstu tríggjar mánaðirnar. Tað segði ST aðalskrivarin, António Guterres, í gjár.
– Opnu marknaliðini saman við at loyva humaniterari atgongd, skjótari visumgóðokenning og at gera tað lættari at ferðast millum størru býirnar – fer at gera, at meirai hjálp kemur skjótari fram, segði Guterres.
/ritzau/Reuters