Tveir mans í hylinum í morgun

Óli Mortensen og Róland Toftum hava í morgun svomið í HM-kappingini í Budapest

Fyrstur av føroysku luttakarunum í hylin í morgun var Róland Toftum, sum royndi seg í 50 metrar bringusvimjing.

 

Hann svam teir 50 metrarnar upp á 30,16 sekund, sum er eitt hálvt sekund seinni enn føroyska metið, sum Róland Toftum sjálvur setti á Danish Open í mars í ár. Tað er 29,43 sekund.

 

Tíðin hjá honum rakk til eitt 57. pláss millum teir 81 luttakararnar, skrivar svimjing.com.

 

Óli Mortensen hevur eisini luttikið í morgun. Hann svam 800 metra frísvimjing. Tað hevur tó onkuntíð gingið betur hjá honum enn tað gjørdi í morgun. Tíðin í morgun gjørdist 8.16,25, meðan tilmeldingartíð hansara er 8.10,94. Persónliga metið hjá Óla Mortensen á teininum er 7.57,56.