Tveir mans meldaðir fyri harðskap

Løgreglan veit hvørjir teir eru og fer nú at kanna málið

Í gjár ringdu tveir mans til løgregluna at melda, at teir høvdu verið fyri harðskapi sunnunáttina.

 

Annar tilburðurin var í eini privatari veitslu, har ein maður sigur, at hann varð sligin. Hin tilburðurin var í einum skeinkistaði, har ein maður eisini sigur, at hann var sligin.

 

Løgreglan sigur, at í hesum seinna førinum er talan kanska um eina brotna nøs, og eina brotna tonn.

 

Løgreglan sigur eisini, at í báðum førum vita tey, hvørjir gerningsmenninir eru. Fyribils er eingin skuldsettur í málinum, men løgreglan fer nú at kanna báðar tilburðirnar fyri at fáa greiði á, hvat er hent, og fyri at vita akkurát, hvørjir skaðarnir eru.

 

Somuleiðis skulu tey tosa við teir báðar, sum eru meldaðir fyri at hava framt harðskapin. Tá ið tær kanningarnar eru lidnar, verður endalig støða tikin til málið.