Tveir mans skallaðir niður

Tíðliga sunnumorgunin vóru tveir menn álopnir uttanfyri Club 20 í Havn. Teir vóru, hvør í sínum lagi, skallaðir niður og hava fingið rættiliga stóran skaða

Flestu fólk fara í býin fyri at hugna sær, men ikki øll, tíverri.

Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at tríggir mans gingu í býnum og bukaðu fólk.

Tveir mans vórðu, hvør í sínum lagi, skallaðir niður uttanfyri Club 20 í miðbýnum.

Tað var soleiðis, at tveir av monnunum hildu tí álopna, meðan tann triði skallaði teir í andliti.

Báðir menninir hava fingið rættiliga stóran skaða í nøsina og tað er vandi fyri, at tað verður neyðugt at leggja teir undir skurð. Hetta verður ikki vist fyrr enn verkurin er horvin.

Eingin er tikin í málinum enn, men støðleiðarin í Havn sigur, at upplýsingarnir um persónarnar eru so góðir, at teir óiva verða handtiknir ein av fyrstu døgunum.