Tveir menn funnir deyðir umborð

Italskir kavarar funnu í dag líkini av tveimum monnum umborð á ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum fór á land við oynna Gigilo fríggjakvøldið. Talan var um tveir eldri menn.

Trý fólk vórðu bjargað á lívi í dag, og myndugleikarnir siga, at 17 fólk eru ikki komin afturíaftur eftir vanlukkuna.

Servand bjargingarfólk, teirra millum fleiri kavarar, leita nú allastaðni umborð á skipinum, men skipið er stórt, og enn hava bjargingarliðini bara kannað umleið ein fjórðing av tí, sum er oman fyri vatnskorpuna.

-Hetta var ein flótandi býur, so hetta er sera trupult arbeiði, sigur talsmaðurin hjá myndugleikunum, Luca Cari, við fjølmiðlarnar.