SnigskjúttamáliÐ
Árni Joensen:
Løgreglan í Maryland í USA tók í gjár tveir menn, tí illgruni er um, at teir kunnu hava samband við tey nógvu snigskjúttadrápini, sum hava verið á Washington-leiðini seinastu vikurnar.
Teir tiknu eru tann 42 ára gamli John Allen Williams ella John Allen Mohammad, sum hann eisini nevnir seg, og fostursonur hansara, tann 17 ára gamli John Lee Malvo.
Sambært løgregluni høvdu teir báðir menninir ligið og sovið í einum hvítum vøruvogni av slagnum Chevrolet Caprice. Løgreglan hevur leingi leitað eftir einum hvítum vøruvogni, sum eygnavirtni siga seg hava sæð á fleiri av drápsstøðunum. Tá so løgreglan fekk boð um tann hvíta bilin, gjørdi hon av at steingja ein ellivu kilometrar langan vegatein umleið 80 kilometrar í útnyrðing úr sjálvum Washingon býi. Løtu seinni vórðu teir báðir menninir tiknir.
Í gjár vildi løgreglan í Maryland ikki siga, um hon hevur illgruna til teir báðar menninar, men ein talsmaður hjá løgregluni segði, at menninir eftir øllum at døma hava upplýsingar í sambandi við snigskjúttadrápini.