Tveir menn til ampa í Klaksvík

Sambært løgregluni hevur náttin verið friðarlig, men tó hava teir havt onkur smáting at gjørt.

Av løgreglustøðini verður sagt, at náttin hevur verið stak friðarlig. Einki stórvegis hevur verið á vási, men sum altíð, eru onkur smáting at taka sær av.

 

Løgreglan í Klaksvík er tvær ferðir í nátt boðsend, tí at onkur hevur havt ampa av øðrum. Ein gestur á einum vertshúsi órógvaði tey runt seg so mikið, at fólk ringdu til løgregluna, ið kom á staðið og loysti trupulleikan.

 

Seinni í nátt vóru aftur boð eftir løgregluni, tí at ein maður var til ampa fyri onnur. Talan er tó ikki um sama mann.

 

Friðarligt hevur verið um alt landið, men í høvuðsstaðnum verður ein persónur ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, eftir at løgreglan steðgaði honum í nátt. Best er at lata bilin standa, um ein hevur smakkað sær á.