Løgreglan hevur aftur í nátt tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðar.
Annar var tikin millum Fjarða í nátt. Løgreglan fekk illgruna til, at maðurin var ávirkaður av rúsevnum. Løgreglan hevur eitt sonevnt narkometur at blása í, og hetta gav útslag fyri THC, sum bendir á, at maðurin hevur verið ávirkaður av hassj. Maðurin var tí tikin á sjúkrahúsið og blóðroynd tikin av manninum. Hann verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Løgreglan stóð eisini niðri á Farstøðini í morgun og tók ímóti, tá ferðafólk komu av Norrønu. Har var eisini ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, har blóðroynd varð tikin av honum, og hann verður tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.