DAGSTOVNAR
Hyggja vit at bíðilistanum yvir børn, sum bíða eftir stovnsplássi í Tórshavnar kommunu, hevur tað skund at útvega fleiri stovnspláss. Listin veksur alla tíðina og útbyggingar av verandi stovnum og umframt aðrar minni loysnir muna alt ov lítið. Ein dagstovnur stendur í gerð, og nú eru tveir nýggir stovnar í umbúna. Í Tórshavnar býráð hava tey gjørt av, at hesir skulu liggja í Hoyvík og á Argjum. Tað er eisini í hesum báðum økjum størsta sethúsabyggingin fer fram og harvið trotið á stovnsplássum er størst.
- Ætlanir eru eisini frammi um at byggja ein stovn við Marknagilsvegin, men stovnarnir í Hoyvíkshaganum og á Argjum verða raðfestir fyrst, sigur Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, sum nú hevur dagstovnar og barnaansing sum málsøki.
Greitt er longu, hvar nýggi stovnurin í Hoyvík fer at liggja. Økið er lagt av í nýggju útstykkingini við Løgmannabreyt. Nýggju stovnarnir fara at minna rættiliga nógv um stovnin, sum stendur í gerð í Øksnagerði í løtuni. Talan verður um 60 børn til hvønn stovnin.
- Á báðum stovnum vera bæði vøggustova og barnagarður, men vit vita, at tørvurin er størstur á vøggustovuplássum. Spurningurin er so um vit skulu gera fleiri vøggustovupláss enn barnagarðspláss, sigur Heðin Mortensen.
Formaðurin í mentamálanevndini roknar við, at byrjað verður at byggja stovnarnar í ár. Men í verandi fíggjarári eru ikki pengar settir av til bygging av hesum stovnum.
- Okkara størsti trupulleiki er íløguloftið, sum vit alla tíðina renna okkum í. Tí arbeiða vit við at fáa vinnulívið við inn í fíggingina, har vinnulívið rindar kostnaðin av byggingini og kommunan raksturin av stovninum, sigur Heðin Mortensen. Hann vil ikki avdúka, hvørji arbeiðspláss talan er um.
- Møguleikarnir eru nógvir.
Endamálið við at hava eitt íløguloft er at tálma íløgunum í landinum við tí fyri eyga at fyribyrgja at vit aftur fáa ein yvirhitaðan búskap. Er Heðin Mortensen sum landspolitikari ikki áhugaður í tí?
- Avgjørt, men Havnin eigur ein alt ov lítlan part av íløgukarminum. Loftið átti at verið nógv hægri. Tí samstundis sum vit hava eitt mark, so áleggur løgtingið okkum við lóg íløgur, sum kosta fitt av peningi uttan at pengar fylgja við. Vit hava fyri stuttum fingið nýggja skúlalóg, har landið áleggur kommunum at umskipa allar skúlarnar soleiðis at teir verða tillagaðir nýggju lógini. Í kommununi eru átta skúlar og vit hava hvørki orku ella pengar at gera sum lógin ásetir. Hinvegin hevur henda býráðssamgongan sett sær fyri at loysa tørvin á stovnsplássum og hesum endamáli skulu vit røkka - til dømis við at brúka alternativar loysnir, sigur Heðin Mortensen.
Nú stóra útskiftingin á stovnunum í kommununi fer fram, er bíðilistin minkaður við sløkum 200 børnum. Seint í summar minkar bíðilistin aftur við 100 børnum, tá ið nýggi stovnurin í Øksnagerð tekur inn 70 børn og barnagarðurin hjá Føroya Tele letur upp og tekur 32 børn inn.