Landsdysturin móti Andorra var tann 57. altjóða skrásetti landsdysturin hjá Føroyum, síðani limaskapurin í alheims fótbóltssamgonguni kom í lag í 1988. Í teimum 57 royndunum hava føroyingar vunnið sjey ferðir, seks ferðir hava teir greitt javnleik, og 44 ferðir eru okkara menn farnir av vøllinum við tapi á rygginum.
Samlaði málmunurin er 34-163, og dysturin móti Andorra var bara tann næsti, har úrslitið hevur verið 0-0. Fyrru ferðina, at tað endaði soleiðis, var í Litava leygardagin 10. oktober í fjør.
KÍ bíðað leingi
Tá Jóhannes Joensen eitt korter inn í 2. hálvleik loysti Hans Fróða Hansen av, var tað fyrsta ferðin, at miðvingurin í HB royndi seg í landsdysti. Allan Simonsen gav vongverjanum hjá HB gott skoðsmál eftir landskappingardystin móti KÍ í Klaksvík 20. september í fjør, og Jóhannes var við á ferðini í Litava og Skotlandi. Hann hitaði upp, men hann kom ikki inn. Nú eydnaðist tað, og Jóhannes er 65. føroyski landsliðsspælarin.
Heðin á Lakjuni var fyrstu ferð við í landsliðsferðalagnum, tá Føroyar 11. oktober 1997 spældi á útivølli móti Spania. Hann hevur ikki verið aftur í ferðalagnum í sambandi við landsdyst fyrrenn nú, tá hann tjúgu minuttir undan leikloki kom á vøllin fyri Jákup á Borg.
Heðin á Lakjuni gjørdist sostatt 66. landsliðsspælarin, og hann er samstundis fyrsti KÍ-arin, sum debuterar á landsliðnum í knøpp fýra ár. Klaksvíkingar hava ikki átt ein nýggjan landsliðsspælara, síðani Allan Joensen var á landsliðnum fyrstu ferð. Tað var á heimavølli móti Finnlandi mikudagin 26. apríl 1995, tá Allan Joensen helt Jari Litmanen í stuttum tjóðri.
Gongur betri
Sum vit áður hava sagt frá, so hava bæði John Hansen og John Petersen drigist við skaðar, meðan landsliðið hevur verið í Spania. John Hansen varð longu fyrsta dagin á venjingarleguni raktur av liðbandsskaða í knænum, og John Petersen fekk í vikuskiftinum eitt so meint spark í fótin, at hann síðani tá ikki hevur megnað at vant saman við hinum.
Eftir dystin mikudagin frættu vit, at kanska er løsturin hjá John Hansen ikki so álvarsligur, sum tað hevur verið roknað við. Fyrst í vikuni byrjaði hann at renna, og tað ganga neyvan fleiri vikur, áðrenn hann kann venja aftur við fullari ferð.