Tveir nýggir mál­verjar í Fuglafirði

Felags fyri ÍF og KÍ er, at tað verður annar maður í málinum í kvøld, enn tað var fyri viku síðani

Seks tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir av vøll­inum uttan at hava vunn­ið fulla úrtøku. Níggju tær seinastu ferðirnar er ÍF farið av vøllinum við úrtøku. Hóast tað í seks av hesum førunum er endað við javnleiki, so eru fuglfirðingar fremstu av­bjóð­ararnir hjá HB, og eftir fyrsta heimasigurin nakrantíð ímóti Víkingi, legði Albert Ellefsen ikki frítt av trýsti á sínar menn:
– Nú fara vit eftir HB og oddasessinum, og harvið er gullið málið hjá okkum, segði ÍF venjarin.
Tað var ein av minnis­ríkastu dystunum yvirhøvur í ár, tá ið KÍ 21. apríl var í Fuglafirði. Eftir 3-0 KÍ leiðslu svaraði heimaliðið dyggiliga aftur. Clayton Soares skoraði tvær ferðir og Øssur Dalbúð eina ferð.
Tað er greitt, at ÍF mál­verj­in, Jákup Mikkelsen og Poul N. Mikkelsen, sum var miðverji ímóti Víkingi, ikki verða við í kvøld. Bartal Eliasen, sum var leikbannaður síðst, er við aftur í miðverjuni, og Hallgrímur G. Hansen verður málverji. Høgni Madsen hevur ikki vant í vikuni. Tað er ivasamt, um hann verður við í kvøld.
Eyðun Klakstein og hans­ara menn royna at vaska vón­brotið í Streymnesi burtur:
– Vit taka góðu gongdina fyrsta lítla tíman ímóti EB/Streymi við okkum, og hóast tað er langt síðani, at KÍ vann, so síggja vit møguleikar í dystinum í Fuglafirði, sigur Eyðun Klakstein.
Meinhard Joensen er leik­bannaður, og Gunnar á Steig verður málverji. Jógvan Isak­sen er framvegis skaddur. John Hammer verður aftur í mið­verjuni. Í Streymnesi fóru bæði Gunnar Christiansen og Álvur F. Christiansen skadd­ir av vøllinum. Teir eru báðir tøkir aftur.

ÍF - KÍ, Dagfinn Forná
í kvøld kl. 19.00