Tveir nýggir prestar vígdir

Við gudstænastuna í Hvalbiar kirkju í dag vórðu Símun Jacobsen úr Havn og Hanus Simonsen úr Klaksvík prestvígdir. Hetta eru samstundis fyrstu prestarnir, sum eru vígdir í nýggju føroysku fólkakirkjuni. Samstundis varð Símun innsettur sum prestur í norðasta prestagjaldinum í Suðuroynni.

Við gudstænastuni í teirri fullsettu kirkjuni vóru prestar úr øllum landinum komnir. Teir fingu eisini høvið at hoyra nýggja Hvalbiar-prestin prædika. Seinni verður Hanus innsettur sum prestur við vestara prestagjald í Suðurstreymoy.

Símun loysir Ólav Rasmussen av sum prestur í Hvalba, tað ið eftir er av hesum árinum.