Tveir nýggir sáttmálar í KÍ

Ferð er á sáttmálavirkseminum í Klaksvík í hesum døgum.

Tað hevur gingið so sera væl í hond hjá KÍ í ár, sum í løtuni er oddalið í Effodeildini. Hetta hevur gjørt sítt til, at felagið hevur longt sáttmálarnar við fleiri av sínum egnu leikarum. Herfyri longdu Jóannes Bjartalíð og Jákup Andreasen báðir um sáttmálar sínar, og í gjár kunngjørdi KÍ, at tveir leikarar afturat hava bundið seg til felagið í framtíðini.

 

Talan er um 33 ára gamla Hjalgrím Elttør og 21 ára gamla David Langgaard.

 

Garvaði Hjalgrím Elttør hevði eitt heldur svingandi kappingarár í fjør, har hann millum annað varð settur at spæla við næstbesta liðnum í nakrar vikur. Í ár hevur pípan tó fingið annað ljóð, tí at Hjalgrím Elttør hevur verið fastur fúsur á miðvøllinum hjá KÍ í mestsum øllum dystum.

 

Undan hesum kappingarárinum var David Langgaard eitt óskrivað blað í Effodeildini, men so er ikki longur. Leikarin hevur spælt sjey dystir í Effodeildini í ár, og er hann førur fyri at spæla á fleiri ymsum plássum. Avrikini hava verið somikið góð, at David Langgard herfyri bleiv úttikin til U21-landsliðið.

 

Nýggi sáttmálin hjá Hjalgrími Elttør er galdandi til og við kappingarárið 2017, meðan nýggi sáttmálin hjá David Langgaard er galdandi til og við 2018.