Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nú sett tveir nýggjar serlæknar í starv. Talan er um póllendingarnar Boguslaw Koszmann, almenkirurgur, og Pawel Gacki, ortopædkirurgur, sum báðir hava royndir frá sjúkrahúsum uttanlands. Í hesum sambandi bjóðaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, teimum yvir í býráðshúsið til ein bita og eitt prát, har hann nýtti høvi at ynskja teimum vælkomnum til Klaksvíkar og bestu eydnu.
Tað skrivar Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.
Í skrivinum vísir kommunan á, at ættarliðsskiftir er ein náttúruligur partur av virkseminum á einum sjúkrahúsi, og taka hesi báðir yvir eftir Korosh Taheri, medisinskur yvirlækni, og Jákup Petersen, yvirlækni.
- Eg eri fegin um, at tað er eydnast leiðsluni fyri Klaksvíkar Sjúkrahús at seta hesar báðar nýggju serlæknarnar í starv, og vildi tí fegin heilsa upp á teir og bjóða teimum vælkomnar til Klaksvíkar, sigur Jógvan Skorheim.
- Boguslaw og Pawel eru báðir tveir fyrikomandi menn og tykjast ógvuliga engasjeraðir og hava spennandi ætlanir fyri sítt virksemi og harvið Klaksvíkar Sjúkrahús.
- Eisini fekk eg høvi til at samskifta við teir um, at vit í løtuni kanna og lýsa møguleikarnar fyri, hvussu vit best møguliga kunnu samstarva og samskipa allar heilsutænasturnar her í lokaløkinum saman við Klaksvíkar Sjúkrahúsi, soleiðis at borgarin fær best møguligu tænastuna upplýsir Jógvan Skorheim.