Tveir nýggir tilburðir av koronavirus

Níggju fólk eru sjúk við Covid-19

Tað eru nú í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6.375 kanningarúrslit.

Sostatt eru tveir tilburðir staðfestir seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

9 persónar eru í løtuni sjúkir.

24 persónar eru í sóttarhaldi.