Tórunn í Homrum hevur tvær ferðir fingið nýggja livur. Í báðum førum eigur tað lívið í henni. - Eg eri ómetaliga takksom, sigur hon
Tórunn í Homrum er 42 ára gomul og er úr Kollafirði.
Tórunn hevur verið sjúk frá barnsbeini, og sum 16 ára gomul gjørdist hon fyritíðarpensjónistur, tí hon orkaði ikki tað sama sum hini børnini.
Sjey ár seinni, sum 23 ára gomul, fekk hon fyrstu livratransplantatiónina, sum gekk væl eftir umstøðunum.
- Eg fekk tá at vita, at eg helst kundi liva eini tíggju ár við nýggju livruni. Men eg havi livað útmerkað seinastu 19 árini. Eg havi havt eitt vart starv 16 tímar um vikuna. Og eg havi fingið tvey børn, hóast tey søgdu mær, at eg helst ikki fór at kunna tað, sigur Tórunn í samrøðu við Sosialin í dag.
- Eg visti tó, at eg var farin langt um tey tíggju árini, sum livurin skuldi halda, og at eg tískil kundi gerast sjúk nær sum helst, greiðir Tórunn frá, sum gjørdist sjúk aftur á vári 2012.
Talan var um eina drúgva og umfatandi sjúkralegu. At enda var Tórunn so ússalig, at hon bara lá. Hon minnist lítið frá hesum mánaðunum, tá hon bíðaði eftir nýggjari livur.
Í Sosialinum í dag greiðir Tórunn frá tíðini, sjúkraleguni og drúgvu skurðviðgerðini. Og hvussu takksom hon er fyri at hava fingið ein kjans aftrat.
- Eg havi verið sjúk so leingi, so kroppurin er sera veikur. Men livurin er góð og sterk, og eg havi fingið heilar tveir kjansir aftrat til lívið. Eg veit, at tað ikki er øllum unt, sigur Tórunn í Homrum millum annað við Sosialin í dag.
Tú kanst lesa alla samrøðuna við Tórunn í Homrum við at keypa Sosialin.